2018-07-06 21:16
Klokkan 18:15 fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at eldur var í einum húsum á Trøðum heima á Sandi.
Sløkkilið var sent á staðið, og beint eftir klokkan 19 fekk løgreglan í Havn boð um at eldurin var sløktur. Húsini hava fingið nakað av skaða.
Talan er um eini summarhús, sum eru undir umbygging, og eingin var í húunum í kvøld, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Fólk frá løgregluni verða send suður í morgin at kanna eldsbrunan nærri, so næstu dagarnar fæst helst meira at vita um orsøkina til eldin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald