2024-12-07 09:42
Eldurin, sum kyknaði í einum asfaltverki við stórhøllina við Tjarnir í Hoyvík, verður kannaður nærri í dag.
– Ein serfrøðingur hjá okkum fer í dag at gera nakrar kanningar fyri at fáa greiðu á, hvat tað var, sum hendi, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Tað var um klokkan 20 í gjárkvøldið, at boðað varð frá eldi. Nógvur roykur var, men tað vísti seg, at talan var ikki um so stóran eld, sum mann hevði væntað, og sum skilst sær tað ikki út til, at skaðin hevur verið stórur.
Les eisini: Eldur komin í asfaltsverk við stórhøllina við Tjarnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald