Innanlands

Elektron 13,2 milliónir eftir á botnlinjuni

Tað gongur væl hjá Elektron, sum hevði 13,2 milliónir krónur í avlopi í fjør

(Mynd: Elektron)

(Mynd: Elektron)

2026-05-01 16:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Elektron hevði aftur í fjør eitt gott ár. 13,2 milliónir krónur logu eftir á botnlinjuni.

Hetta í mun til eitt avlop upp á 12,8 milliónir krónur í 2024.

Fíggjarstøðan javnvigar við 105,3 milliónum krónum, og eginognin er 69,7 milliónir krónur. Samstundis hevur felagið valt at lata 5,3 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg av nýggjum. Jean Djurhuus heldur fram sum formaður, og Brian Smedemark er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Jan Ziskasen, Marner Mortensen, umframt starvsfólkaumboðini George Poulsen og Tim Wentzlau.

- Úrslitið vísir, at okkara strategi riggar, og at tørvurin á tryggum góðum KT-loysnum veksur. Vit halda tí fram við at menna nýggjar loysnir og styrkja okkara leiklut sum ein týðandi KT-veitari í føroysku talgildingini,  sigur Ulla Joensen, stjóri í Elektron.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder