Mentan

Elevator Alligator givið staklag út

Fyrsta útgáva hjá nýggjum rokkbólki úr Havn

2022-01-24 21:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Elevator Alligator er ein rokkbólkur úr Havn, ið varð stovnaður mest sum av óvart eina náttina í januar 2021.

Tað vóru Kjartan, sangarin, og trummuleikarin, Edvin, ið møttust hesa náttina og høvdu tað eyðkenda ”Hey man! Vit burdu byrjað ein bólk”-prátið. Tó skuldi tað vísa seg at vera alt annað enn møsn, og teir hildu fast við ætlanina.

Nú vantaðu bert ein bassleikari og høvuðsgittarleikari, og var tað tá Jóhan Bjartur (bass) og Áki (gittar) gjørdust partur av bólkinum.

Passerby er fyrsta staklag og samstundis fyrsta útgáva teirra. Hendan power balladan tekur okkum við á eina ferð aftur í byrjanina av 90’árunum, og tað hoyrist væl, at tað er har bólkurin fær sín íblástur. Við eini longd á 6 minuttir og 30 sekund fær lurtarin ovmikið av tíð til at slappa av og at gloyma seg burtur eina løtu.

Staklagið gevur hvørjum limi sín møguleika at skara framúr og tað lata teir ikki fara fyri skeytið.

Manningin í Elevator Alligator er henda: Kjartan Torbensson: Sang & rytmugittarleikari, Áki Hjalmarsson Petesen: Høvuðsgittarleikari, Edvin H. Niclasen: Trummuleikari, og Jóhan Bjartur Kjærbo: Bassleikari

Kjartan Torbensson hevur skrivað bæði lag og tekst. Kristoffur Mørkøre hevur produserað. Til ber at lurta eftir Passerby á teimum stóru stroymingartænastunum, so sum Spotify, Apple Music, Itunes og Tidal.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder