Mentan

Eli Smith og mjølvað grót úr øllum heiminum

Seinasti dagur við sermerktari framsýning í Gallerie Focus

2019-04-25 06:45 Author image
Innsent
placeholder

Steinmálningarnir hjá Eli Smith stíga upp úr dustinum frá øllum heiminum. Harða náttúrutilfarið verður so líðandi mjølvað til litevni við einum mortara og eini gamlari kaffikvørn. Reytt og grønt sum føroyskt royðugrót og jaspis, svart sum kolið í Hvalba, myrkagrátt sum sandurin í Søltuvík og basaltið í Skopun, blágrátt sum basaltið úr 2300 metra dýpi í Grønlandshavinum, ljóst sum kálksteinar í Barentshavinum og jákupskeljar á Oyri, grøngrátt sum marmori í Uummanaq, glitrandi, hvítt, sum tað í Norra, Italia og Grikkalandi.

Litirnir eru mildir, viðkvæmir og gátuførir, og málningarnir samstundis tungir og útatvendir av teimum mongu løgunum av límaðum dusti. Mitt í øllum tí málaða landslagnum síggjast heilar atlantiskar korallir, rundir smásteinar frá grótbrotinum á Bumshamri, satelittsteinur úr Simbabvi og skeljar stinga burturúr, so at tað mista sambandið við náttúruna hjá áskoðaranum verður vakt til lívs aftur.

Nakrir av málningunum eru enntá gjørdir, meðan Eli lá í telti í Suðurgrønlandi; her brúkti hann ein lítlan mortara frá Leivi í Ullvøruhúsinum (sála) til at gera litevni burtur úr smásteinunum, sum lógu rundan um teltið.

Framsýningin við Eli Smith í Galerie Focus lat upp hin 12. apríl og verður opin til og við í dag, flaggdagin í Lambagerði 1. Listamaðurin verður sjálvur til staðar tann síðsta dagin, og verturin Marianna Norðoy bjóðar kaffi og nýbakaða kaku. 

[object Object]

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder