![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Frí í morgin, fríggjadagin 17. desember 2021 og umleið ein mánað fram sýnir Eli Smith fram í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík
Byrjað verður við fernisering í morgin klokkan 17:00. Umframt lættari ábit og okkurt leskandi afturvið, bjóðar Símun Gullaksen vælkomin, og dupultkvartettin úr Ebenezer kemur at syngja tveir jólasangir.
Hesum boðar Gamla Seglhúsið frá.
- Eli Smith (f. 1955, Tórshavn) hevur síðan 2003 beinleiðis brúkt náttúruna sum sína palett, har ið hann fyri ein part málar við ymsum mjølvaðum náttúrutilfari -sokallaðir grótmálningar - og í næstu løtu sker grót í flísar til meira umfatandi brotamyndir (mosaikk). Tilfarið er bæði úr Føroyum og úr øllum heiminum, og tún listamansins er fult í søgum um sjómenn og onnur, sum hava borið honum fjaldar dýrgripir Skaparverksins. Myndevnini á grótmálningunum eru sum heild ekspressionistisk landsløg, meðan brotamyndirnar serliga fara í dýpdina við bíbilskum myndevnum. Listin stendur ongantíð í stað, og tíðum finnur Eli upp á aðrar nýggjar tøknir, sum eittnú at mála við vatnlitum oman á límað marmordrúss (steinakvarell).
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, hongur uppi til fram hálvan januar 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald