Innanlands

Elin Winther Poulsen verður forkvinna í kringvarpsstýrinum

Rigmor Dam sett nýtt kringvarpsstýri

Elin Winther Poulsen (Savnsmynd)

Elin Winther Poulsen (Savnsmynd)

2019-01-04 18:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur sett nýtt kringvarpsstýri.

Tað eru 7 limir og varalimir í kringvarpsstýrinum. Av hesum hava politisku flokkarnir í Løgtinginum tilmælt 4, landsstýriskvinnan hevur valt 2 meðan 1 er starvsfólkaumboð.

Landsstýriskvinnan hevur gjørt av, hvussu nýggja stýrið verður skipað millum limirnar.

Nýggja kringvarpsstýrið situr til 31. desember 2022.

Limir:
Elin Winther Poulsen, forkvinna, løgfrøðingur/journalistur, Hoyvík
Katrin Petersen, næstforkvinna, journalistur, Sandur
Ragnar Joensen, stjórnmálafrøðingur, Klaksvík
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, Hoyvík
Gunvá við Keldu, grafonom, Klaksvík
Jóhan Petersen, skipsverkfrøðingur, Glyvrar
Beinta Løwe, journalistur, starvsfólkaumboð, Tórshavn

Varalimir:
Dorit Hansen, ritstjóri, Hoyvík - fyri Elina Winther Poulsen
Beinta Gregersen, samfelagsfrøðingur, Klaksvík - fyri Katrina Petersen
Hanus Toftheyggj, BA í alm. fyrisiting, MA í løgfrøði, Hvalba - fyri Ragnar Joensen
Annika Eidesgaard, lærari, Tvøroyri - fyri Theodor Eli Dam Olsen
Ólavur í Geil, BA (hons) Events Management, Tórshavn - fyri Gunvá við Keldu
Otto Gram, lærari, Tvøroyri - fyri Jóhan Petersen
Carsten M. Arnskov, tøkningur, starvsfólkaumboð, Tórshavn - fyri Beintu Løwe

 

Tey sum sótu í undanfarna stýrinum vóru Rúni Heinesen (formaður), Katrin Petersen (næstforkv.), Gunvá við Keldu, Petur Elias Petersen, Theodor Eli Dam Olsen, Per Højgaard og Carsten M. Arnskov

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder