2020-01-08 13:02

Heilsutrygd hevur sett Elin Ziska í starv sum fakligur stjóri í Gigni.
Elin Ziska er 50 ára gomul og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1995. Elin tók prógv sum heilsufrøðingur í 2004 í Århus. Elin hevur royndir m.a. frá barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, umframt drúgvar royndir sum heilsufrøðingur í Gigni.
Elin hevur seinastu tríggjar mánaðirnar, røkt starvið sum virkandi fakligur stjóri í Gigni.
Elin Ziska tók við starvinum sum fakligur stjóri í Gigni 1. januar 2020.
Heilsutrygd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald