Í gjár var samkoma í Dr. Ingridar Barnagarði í Havn fyri at takka tveimum av starvsfólkunum, Elisabeth Clementsen og Guðrið Jensen trúfasta tænastu.
Annika Olsen helt røðu fyri teimum, har vísti á, at ivasamt er júst hvussu leingi tær báðar hava starvast í barnagarðinum.
- Men uttan mun til, akkurát hvussu mong ár talan er um, so er eitt so langt tíðarskeið altíð ein staðfesting av, at fólk hava trivist í starvinum. Og tað dámar okkum væl. Tí onki kann vera betur fyri kommununa, enn trúføst starvsfólk við drúgvum royndum í starvinum, segði borgarstjórin.
- Báðar eru tit kendar fyri at vera sera umsorganarfullar og eru eisini vælumtóktar ímillum foreldrini og starvsfelagarnar. Tit hava báðar verið tveir serligir dýrgripir fyri stovnin. Og í dag kunnu vit bara fegnast um, at tykkara ómetaliga stóra trúfesti bara kann merkja, at tit hava trivist, segði Annika Olsen.
Guðrið kvittaði fyri heiðurin við at taka gittaran og at fáa øll at syngja "Tillukku til tín" fyri borgarstjóranum, sum hevur føðingardag í gjár.
Dr. Ingridar Barnagarður hevur verið partur av býarmyndini í Havn síðan 1950, og er ein av teimum gomlu ansingarstovnunum í býnum. Nógv kenna hvønn krók á stovninum, Bólið, Reiðrið og Látrið og uttanumøkið. Stovnurin er eisini kendur fyri trúføst starvsfólk.
Fleiri myndir á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu
Sungu føðingardagssang fyri borgarstjóranum (Mynd: torshavn.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald