Uttanlands

Elisabeth prinsessa er deyð

83 ára gamla prinsessan var nummar 12 í arvafylgjuni

Elisabeth prinsessa var til jarðarferðina hjá Heindriki prinsi fyrr í ár (Mynd: Scanpix)

Elisabeth prinsessa var til jarðarferðina hjá Heindriki prinsi fyrr í ár (Mynd: Scanpix)

2018-06-20 09:59 Author image
Oda Strøm
placeholder

Eftir at hava stríðst við sjúku í longri tíð, andaðist 83 ára gamla prinsessan Elisabeth klokkan 18.15 í gjárkvøldið. Tað skrivar Kongshúsið í tíðindaskrivi.

Elisabeth var dóttir arvaprinsi Knud og arvaprinsessu Caroline-Mathilde, og hon var stórasystir Ingolfi greiva.

Harvið var hon systkinabarn Margretu drotning og nummar 12 í donsku trónufylgjuni.

Sambært Kongshúsinum vóru tey nærmastu hjástødd, tá hon andaðist. 

Elisabeth prinsessa verður kórsett frá Lyngby Kirkju, har hon verður jarðað við síðuna av samliva sínum gjøgnum nógv ár, filmstakaranum Claus Hermansen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder