Innanlands

Elisabeth Skarðhamar Olsen vart ph.d. um staðbundnan matbúskap

Mánadagin 23. juni vardi Elisabeth Skarðhamar Olsen ph.d.-ritgerð sína í Human Geography á Lancaster Environment Centre í Lancaster University í Onglandi

2025-06-26 20:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Verjan gekk væl og varð staðin, treytað av, at nakrar rættingar verða gjørdar í ritgerðini. Hetta er vanlig mannagongd í Onglandi.

Ph.d. ritgerðin kannar og viðger staðbundna matbúskapin í Føroyum og í vesturafrikanska oyggjasamfelagnum São Tomé e Príncipe.

Heitið á ritgerðini er “Forking Sustainability Pathways? Engaged research on local food practices in the Faroe Islands and São Tomé e Príncipe”. Tvær greinar frá ph.d. ritgerðini eru útgivnar.

Í granskingartilgongdini hevur Elisabeth samstarvað við eldsálir og felagsskapir í Føroyum og í São Tomé e Príncipe, sum fáast við staðbundna matframleiðslu, burðardygd og matsjálvbjargni.

Í Føroyum samstarvaði hon við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen úr Slow Food Føroyar og Matkovanum, umframt Selmu Dahl Erol, fyrrverandi nevndarlim í Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag. Umframt at gera samrøður við matframleiðarar kring landið hava tær skipað fyri ráðstevnu, verkstovum og øðrum tiltøkum um matsjálvbjargni, regenerativan landbúnað, fræ vistfrøði og annað.

Í São Tomé e Príncipe samstarvaði Elisabeth við felagsskapin FENAPA, sum umboðar smá-bøndur í landinum (FENAPA er stytting fyri Federação Nacional dos Pequenos Agricultores de São Tomé e Príncipe).

Vegleiðararnir hjá Elisabeth vórðu Giovanni Bettini, ph.d. á Lancaster Environment Centre á Lancaster University og Rebecca Whittle, ph.d., umframt Ragnheiður Bogadóttir, ph.d., lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini vórðu Marisa Wilson, ph.d. á School of Geosciences á Edinburgh University (uttanhýsis) og Christina Hicks, Professari á Lancaster Environment Centre á Lancaster University (innanhýsis).

Elisabeth hevur síðan august 2024 verið í starvi sum námslektari í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Granskingarráðið hevur stuðlað hesi ph.d. verkætlanini.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder