Innanlands

Elizabeth Warren leggur kongin

Hon er ikki endað longur uppi enn á triðja plássi í nøkrum stati

Super Tuesday eydnaðist ikki, og 70-ára gamla kvinnan verður nú ikki longur partur av valstríðnum (Mynd: EPA)

Super Tuesday eydnaðist ikki, og 70-ára gamla kvinnan verður nú ikki longur partur av valstríðnum (Mynd: EPA)

2020-03-05 18:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður skjótt greitt, hvør verður forsetavalevni hjá demokratiska flokkinum í USA, og tað er vorið alsamt meiri greitt, at talan verður um ein tvídsyt millum 78-ára gamla Bernie Sanders og 77-ára gamla Joe Biden.

Elizabeth Warren er útbúgvin løgrøðingur, er lærari á Harvard og hevur síðani 2013 verið senatorur í Massachusetts. Hon stillaði upp við einum høvuðsynski um at enda korruptión og rotinskapi í Washington.

Í júst hennara heimstai vann Joe Biden undanvali á Super Tuesday. Warren endaði nummar trý, og 70-ára gamli senatorurin er ikki í nøkrum undanvali endað nummar eitt ella nummar tvey.

Les eisini: Joe Biden gjørdist sigursharrin á Super Tuesday

Mett varð, at Super Tuesday fyrr í vikuni var mønustingurin, og sambært keldum hjá CNN, sum eru í toyminum hjá Elizabeth Warren, hevur hon í morgun boðað sínum fólki frá, at hon nú gevst í stríðnum um at gerast forsetavalevni.

Í gjár boðaði ríkmaðurin Micheal Bloomberg frá, at hann eisini tekur seg úr forsetastríðnum.  Hann mælir demokratiskum veljarum til at stuðla Joe Biden. Tað verður væntað, at Warren fer at vísa til Bernie Sanders.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder