Mentan

Ellen DeGeneres mist eina millión hyggjarar

Síðan fleiri av starvsfólkum hennara boðaðu frá vánaligum arbeiðsumstøðum, hevur kenda prátsendingin hjá Ellen DeGeneres havt stóra afturgongd

Ellen DeGeneres hevur biðið um umbering, eftir fleiri starvsfólk boðaðu frá vánaligum arbeiðsumstøðum (Mynd: EPA)

Ellen DeGeneres hevur biðið um umbering, eftir fleiri starvsfólk boðaðu frá vánaligum arbeiðsumstøðum (Mynd: EPA)

2021-03-23 22:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á sumri í fjør gingu leysasøgur um, at prátsendingin hjá Ellen DeGeneres "The Ellen DeGeneres Show" var á veg í søguna, eftir at fleiri starvsfólk – bæð fyrrverandi og núverandi – høvdu avdúkað, at arbeiðsumstøðurnar á prátsendingini vóru vánaligar, og at fleiri framleiðslufólk vístu "eina happandi atferð".

Ein kanning varð sett í verk, og fleiri framleiðslufólk vórðu koyrd úr starvi.

Sendingin hjá Ellen DeGeneres heldur tó fram, men sambært nýggjum hyggjaratølum, hevur talið á hyggjarum ikki verið tað sama síðan september í fjør.

Ellen DeGeneres hevur biðið um umbering, bæði í einum opnum brævi og í fyrsta parti í nýggjastu og 18. sesongini av "The Ellen DeGeneres Show".

Síðan september hevur hyggjaratalið ligið um 1,5 mió. Í sama tíðarskeiði árið fyri, lá hyggjaratalið á 2,6 mió. Sostatt er talan um eina afturgongd á 43 prosent, skrivar Vanity Fair.

Sendingin hevur mist 38 prosent av hyggjarunum í høvuðsmálbólkinum – kvinnur undir 54 ár, og tað sigst eisini, at sendingin hevur mist uml. 20 prosent av lýsingarinntøkunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder