Uttanlands

Elon Musk í opnum stríði við OpenAI

Hevur boðið at keypa felagið, sum standur aftan fyri ChatGPT, fyri næstan 100 milliardir dollarar. Tá stjórin vísti tilboðnum aftur svaraði Musk: ‘svindlari’

Sam Altman, stjóri í OpenAI, felagið aftan fyri ChatGPT (Mynd: EPA)

Sam Altman, stjóri í OpenAI, felagið aftan fyri ChatGPT (Mynd: EPA)

2025-02-11 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimsins ríkasti maður, Elon Musk, hevur eftir øllum at døma roynt at keypa heimsins leiðandi mennara innan vitlíki, OpenAI, sum stendur aftan fyri tænastuna ChatGPT.

Sambært Wall Street Journal hevur ein bólkur við Musk á odda lagt eitt tilboð inn á 97,4 milliardir dollarar – svarandi til 705 milliardir krónur – fyri felagið OpenAI Inc, sum eigur meginpartin av OpenAI, skrivar dr.dk.

Musk hevur ikki gøjrt viðmerkingar til tíðindini, men stjórin fyri OpenAI, Sam Altman, kom í nátt við einum slagið av afturvísing. Og ikki bara tað, hann gav eisini Elon Musk eitt móttilboð.

- Nei takk, men vit keypa fegin X fyri 9,74 milliardir dollarar, um tú ert áhugaður, skrivaði Altmann á sosiala miðlinum hjá Musk, X.

Harvið bjóðaði hann tað, sum svarar til ein tíggjundapart av tilboðnum hjá Musk upp á OpenAI, og nógv minni enn tær 44 milliardirnar, sum Elon Musk rindaði, tá hann keypti X, táverandi Twitter, í 2022.

Aftursvarið frá Musk í nátt var stutt og greitt.

‘Svindlari’, skrivaði Musk, sum fleiri ferðir hevur verið í stríði við Altman og OpenAI.

Stríðið millum teir báðar er ikki nýtt. Teir vóru báðir við til at stovna felagið sum ein non-profit felagsskapur í 2015.

Í dag hevur OpenAI ein bygnað, har stórir partar av felagsskapinum eru á handilsligum hondum, meðan restin er ogn hjá OpenAI Inc., sum í dag lutvíst er non-profit – altso ikki arbeiðir fyri vinning.

Tá Elon Musk tók seg burtur úr verkætlanini í 2018 var tað tí at OpenAI gjørdist meira handilsligt.

Sambært Musk var tað ímóti grundhugsjónini, sum snúði seg um at felagið varð stovnað fyri at gagna mannaættini – og ikki fyri at vinna pening.

OpenAI vísti hesum aftur í 2024. Felagið er framvegis bundið at upprunaligu hugsjónini, varð sagt.

Altman hevur eisini sagt, at tað var Musk, sum ynskti at gera felagið meira handilsligt, og at stríðið einans snýr seg um, at Elon Musk í dag eigur ein kappingarneyta til OpenAI, sum ikki klárar seg eins væl.

Í løtuni roynir Elon Musk enntá at støðga gongdini hjá OpenAI frá non-profit til handilsligt felag við einum rættarmáli í Kalifornia.

Hetta rættarmálið byrjar ikki fyrr enn einaferð komandi ár, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder