Uttanlands

Elon Musk stovnað nýggjan politiskan flokk

America Party er stovnaður fyri at geva tykkum tykkara frælsi aftur, skrivar ríkmaðurin á sosiala miðilin X

Ríkmaðurin Elon Musk hevur seinastu tíðina funnist at politikkinum hjá Donald Trump, og nú boðar hann frá, at hann hevur stovnað ein nýggjan politiskan flokk (Mynd: EPA)

Ríkmaðurin Elon Musk hevur seinastu tíðina funnist at politikkinum hjá Donald Trump, og nú boðar hann frá, at hann hevur stovnað ein nýggjan politiskan flokk (Mynd: EPA)

2025-07-06 10:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ríkmaðurin og fyrrverandi Trump-stuðlin Elon Musk hevur um vikuskiftið stovnað nýggjan politiskan flokk í USA.

Á sosiala miðlinum X boðaði hann í gjárkvøldið frá, at nýggi flokkurin "America Party", skal geva fólki teirra frælsi aftur.

– Tað tað snýr seg um at oyðileggja land okkara við pengaoyðsli og rotinskapi, so hava vit eina einfloksskipan, ikki eitt fólkaræði, skrivar Musk m.a.

– Í dag er America Party stovnaður fyri at geva tykkum tykkara frælsi aftur.

Musk hevði frammanundan boðað frá, at um tað eydnaðist amerikanska forsetanum, Donald Trump at fáa samtykt lógarpakkan, sum hann sjálvur hevur nevnt "Big Beautiful Bill", fór hann at stovna ein nýggjan politiskan flokk.

Hósdagin varð lógarpakkin, sum Musk hevur funnist at fyri atøkja um almennu skuldina, endaliga samtyktur, og fríggjakvøldið varð hann undirskrivaður av amerikanska forsetanum.

Les eisini: Trump undirskrivað stóran lógarpakka

Nýggi lógarpakkin inniheldur m.a. skattalættar og skerjingar av almennum veitingum. Eisini hækkar hann skuldarloftið hjá USA við 5000 milliardum dollarum. Sambært amerikanska fíggjarmálaráðnum er núverandi skuldin hjá amerikanska statinum omanfyri 37.000 milliardir dollarar, skrivar Ritzau.

Frá januar til mai stóð Musk á odda fyri einari nýggjari deild í amerikonsku umsitingini, sum hevði til endamáls at minka um almennu útreiðslurnar. Sambært uppgerð hjá Reuters vórðu um 260.000 størv spard burtur í hesum tíðarskeiðnum.

Síðan starvstíðin hjá Musk endaði síðst í mai mánað, hevur ríkmaðurin fleiri ferðir funnist at Trump og politikki hansara, og hava teir fleiri ferðir kjakast alment á sosialu miðlunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder