Innanlands

Elorkan 100 prosent grøn á ársins síðsta degi

Elorkuframleiðslan í meginøkinum er 100 prosent burðardygg, vísa tølini hjá SEV

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-12-31 10:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Veðrið er kanska ikki av tí allarbesta nýggjársveðrinum. Boðað hevur verið frá nógvum vindi í dag.

Men hóast veðrið kanska ikki er tað besta at skjóta fýrverk í, er nógvi vindurin gott fyri okkurt annað.

Á ársins seinasta degi er elorkuframleiðslan í meginøkinum 100 prosent burðardygg.

Sambært tølunum hjá SEV er 49,3 prosent av framleiðsluni vatnorka, og 50,7 prosent vindorka.

[object Object]

Mynd: Skíggjamynd (SEV)

Roknar mann elorkuframleiðsluna í øllum landinum uppí, var 93,3 prosent av orkuni grøn orka klokkan 10.22 í morgun.

47,8 prosent er vatn, 45,5 prosent er vindur, og 6,7 prosent er olja.

[object Object]

Mynd: Skíggjamynd (SEV)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder