Innanlands

Elsebeth vrakar Maka 1 og 2

Landsstýriskvinnan við familjumálum hevur nú broytt vígsluskjølini, sum nú verða í trimum ymsum útgávum

(Savnsmynd: Osvald P. Hansen / OPHfoto.com)

(Savnsmynd: Osvald P. Hansen / OPHfoto.com)

2020-01-29 14:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er fallið mongum nýgiftum pørum fyri bróstið, at tey á vígsluskjølunum nú skuldu eyðmerkja seg sum ’Maki 1’ og ’Maki 2’ í staðin fyri ’Maður’ og ’Kvinna’, sum tað stóð fyrr.

Men sum avleiðing av broytingunum í hjúnabandslógini, ið loyvdi samkyndum pørum at giftast, varð gjørd broyting í vígsluskjølunum, so at hjúnini fingu ópersónligu heitini ”Maki 1’ og ’Maki 2’.

Men tað hevur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, nú tikið avgerð um at broyta.

Almannamálaráðið, sum eisini umsitur familjumál, boðar í dag frá, at landsstýriskvinnan hevur broytt vígsluskjølini aftur, so at tað nú aftur stendur ’Maður’ og ’Kvinna’.

Men so eru gjørd nýggj skjøl til samkynd hjún, har ’Maki 1’ og ’Maki 2’ verður broytt til ’kvinna’ og ’kvinna’ ella ’maður’ og ’maður.

Tað er Familjufyrisitingin, um fer at umsita skjølini, og vígslumyndugleikar kring landið skulu tí venda sær til Familjufyrisitingina, tá brúk er fyri fleiri eintøkum av vígsluskjølum, skrivar Almannamáaráðið.

Vígsluskjølini umfata m.a. hjúnalagsváttan, eftirkanningarbók, vígslubræv og altjóða hjúnabandsváttan.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder