Innanlands

Elvdi til fluguplágu: Nú er seinasta ballan hjá IRF brend

10.230 ballur vóru lagdar á goymslu í grótbroti nærhendis brennistøðini á Hagaleiti í 2018. Nú er seinasta ballan koyrd í køstin á brennistøðini

Soleiðis sá út summarið 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

Soleiðis sá út summarið 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-14 20:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri páskir varð seinasta ballan við burturkasti í grótbrotinum úti á Vík í Leirvík brend. Hesum boðar IRF frá í tíðindaskrivi í dag.

Í 2018 varð Brennistøðin á Hagaleiti umvæld, og í tí sambandi lá hon still í fýra mánaðir. Í hesum tíðarskeiðinum varð alt brenniburturkastið ballað og lagt á goymslu í grótbrotinum úti á Vík. Hetta elvdi til sanna fluguplágu hjá fleiri Leirvík umframt, at fólk í Gøtu og Leirvík gjørdu vart við meira flugu enn vanligt.

Tilsamans vórðu 10.230 ballur lagdar á goymslu, og beint fyri páskir varð seinasta ballan koyrd í køstin á Brennistøðini.

[object Object]Summarið 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað hevur tikið longri tíð enn upprunaliga mett at brenna alt burturkastið á goymsluni, og hetta kemst m.a. av góðu gongdini í samfelagnum seinastu árini og methøgu burturkastnøgdunum, sigur IRF.

- Nú bar tó á mál, og tað síðsta av burturkastinum varð brent stutt fyri páskir.

[object Object]

IRF sigur, at umvælingin hevur eydnast væl, og IRF er farið frá at brenna 56 tons um samdøgrið til í miðal 78 tons um samdøgrið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder