Innanlands

EM Asfalt heiðrað fyri besta asfaltavrik

ASFALTDAGUR: Tað var asfaltliðið hjá EM Asfalti í Søldarfirði, sum vann heiðurin fyri at hava útint ársins besta asfaltavrik.

2019-02-01 20:00 Author image
Innsent
placeholder

ASFALTDAGUR: Tað var asfaltliðið hjá EM Asfalti í Søldarfirði, sum vann heiðurin fyri at hava útint ársins besta asfaltavrik. Hetta var fyri asfaltarbeiðið í R. C. Effersøesgøtu í Havn, sum varð gjørt tíðliga í fjør summar. Umleið 110 fólk luttóku á Asfaltdegnum 2019, sum var hildin á Hotel Føroyum í dag, har ein røð av framløgum um avbjóðingar og annað í sambandi við asfaltvinnuna vórðu hildnar.

Í fjør vann HJ Asfalt í Klaksvík heiðurin fyri besta asfaltavrik, sum var fyri asfaltering av Nýggjavegi í Klaskvik. Í ár streyk EM Asfalt í Søldarfirði avstað við sigrinum fyri ársins besta avrik, sum er fyri asfaltarbeiðið av R.C. Effersøesgøtu í Havn.

Stjórin í EM Asfalti, Edvard Mikkelsen, var sum vera man fegin um avrikið, sum hansara arbeiðsfólk hava framt so væl, at tey vunnu heiðurin  fyri besta asfaltavrik í 2018.

- Uttan góð arbeiðsfólk fært tú ikki góð úrslit, so eg má takka teimum fyri hetta, segði Edvard Mikkelsen, tá hann og asfaltlið hansara høvdu tikið ímóti heiðursbrævinum.

Í grundgevingin fyri at lata EM Asfalti heiðurin fyri besta asfaltavrik í fjør, skrivar dómsnevndin soleiðis: “Arbeiðið er væl gjørt. Vegbreytin er sløtt og einsháttað. Longdarsamlingin er løgd skilagott í mun til ferðsluna, og valdi arbeiðshátturin er góður. Harumframt er arbeiðið við brunnum og ristum væl gjørt.”

Trý arbeiðir vóru í kapping um at vinna heiðurin. Umframt EM Asfalt, sum gjørdist vinnari, vóru tvey arbeiðir hjá HJ Asfalt við í kappingini um heiðurin. Annað fyri asfaltarbeiðið í Kunoyartunlinum, og hitt fyri asfaltering av landsvegnum við Tjørnunes norðan fyri Skipanes á Skálafjørðinum.

Í dómsnevndini fyri at kjósa ársins asfaltavrik sótu Albert Patursson, verkfrøðingur á Infrakervi, Landsverk, Dávur Johannesen, starvsfólk frá royndarstovuni hjá Framleiðsludeildini í Hundsarabotni, Landsverk, og Anders S. Johansen, produktteknikari og liðleiðari á royndarstovuni hjá NCC Industry í Danmark.

Skráin fyri Asfaltdagin 2019 byrjaði fyrrapartin, har landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, setti dagin, og har hann millum annað vísti á týdningin av, at vegirnir eru góðir at koyra á. Eftir hann kom Sigurd Justinussen, samskipari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki, sum segði frá arbeiðinum at dagføra Samferðsluætlanina fyri Føroyar, ið verður givin út um fáar dagar. Heitið á hansara framløgu var ”Føroyska veglikamið bløðir.”

Næsta framløgan á skránni hevði heitið ”Hví gera vit, sum vit gera í Føroyum”, og tað var Kim Krett Hansen, verkfrøðingur á LBF, sum hugleiddi um hetta evnið. Síðani fekk Henrik Stær, deildarleiðari á Colas Activ Sealing í Danmark, orðið, og hansara framløga hevði heitið ”Overfladebehandling/forsegling”. Tá hann var liðugur greiddi Anders Steiniche Johansen frá NCC Industry í Danmark frá, hvussu tey loysa smáar asfaltuppgávur við sonevndum ”mikroasfaltliðum”.

Seinnaparturin byrjaði við einum samrøðupaneli við trimum asfaltformonnum, sum søgdu sína hugsan um avbjóðingarnar í sambandi við útlegging av asfalti. Teir tríggir vóru Faber Isaksen, EM Asfalt, Páll Hansen, HJ Asfalt, og Hjarnar Olsen, Tórshavnar kommuna. Tað var Eydna S. Mikkelsen á Landsverki, ið stýrdi panelorðaskiftinum.

Eftir hetta kom Erik Biskopstø, samskipari av Summarfestivalinum í Klaksvík, við eini framløgu, har hann hugleiddi um týdningin av góðum samstarvi, og at gott samskifti er treytin fyri at fáa eitt gott samstarv.

Sum tað seinasta á skránni á Asfaltdegnum 2019, áðrenn Heðin Poulsen, leiðari á Framleiðsludeildini á Landsverki tók samanum, fekk Armgarð E. Steinhólm, leiðari á Deildini fyri Infrakervi, heiðurin at handa heiðurslønina fyri besta asfaltarbeiðið í 2018.

Nøkunlunda sama tal var av luttakarum sum í fjør. Umleið 110 høvdu teknað seg til Asfaltdagin 2019, ið var tann næsti í røðini. Tað vóru tey bæði Patur S. Vase og Eydna S. Mikkelsen á Landsverki, sum vegna stovnin høvdu fyrireikað asfaltdagin, ið ætlanin er skal fyriskipast á hvørjum ári hesa tíðina.

Myndir frá tiltakinum:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder