Innanlands

EMA: Blóðtøppar og Johnson & Johnson koppsetingin hanga møguliga saman

Evropeiski heilivágsstovnurin metir tó, eins og við Astra Zeneca koppsetingini, at fyrimunurin at taka koppsetingina er størri, enn vansin er. Átta tilburðir hava verið hjá fólki, sum hava lágt tal av blóðplátum

2021-04-20 17:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiski heilivágsstovnurin (EMA) hevur sett sama frámerki á Johnson & Johnson koppsetingina sum á Astra Zeneca koppsetingini: At hon kann hava við sær, at ein fær blóðtøpp. Hetta verður bygt á, hvat er hent í USA, har Johnson & Johnson-koppsetingin hevur verið nógv nýtt. Hon skuldi eisini koma til Evropa.

Les eisini: 
Koronukoppseting og blóðtøppar: Fýra nýggir tilburðir
Johnson og Johnson bíðar fyribils


Eins og við Astra Zeneca metir EMA tó, at fyrimunurin við at verða koppsettur við amerikansku koppsetingini er størri enn vansin. Hetta er tí, at talan er um heilt fáar tilburðir, ið hanga saman við einum lágum tali av blóðplátum. 

Hetta verður nú frámerkt sum eitt hjárin, ið sjálvdan kemur fyri. Átta tilburðir hava verið í USA, harav er ein deyður av blóðtøppinum, og sjey milliónir hava fingið koppsetingina











placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder