2021-04-13 17:44
Amerikanski medisinframleiðarin Johnson & Johnson útsetur veitingina av koppingarevni til Evropa.
Tað skrivar felagið í tíðindaskrivi í dag.
Fráboðanin kemur eftir, at amerikansku heilsumyndugleikarnir fyribils hava steðgað koppsetingini við hesum slagum av vaksinu orsakað av hjáárinum.
- Vit eru vorðin varug við sjáldsamar tilburðir av blóðtøppi hjá fólki, sum hava lágt tal av blóðplátum, verður sagt í tíðindaskrivi.
Enn er óvist hvussu leingi veitingin verður útsett.
Áleið sjey milliónir amerikanarar eru longu koppsettir við Johnson & Johnson-koppingarevninum, sum í mun til aðrar vaksinur, bara krevur eitt prik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald