1. juni verða Embla virðislønirnar, norðurlendsku matvirðislønirnar, handaðar á einum tiltaki í Hørpu í Reykjavík. Og nú er møguleiki hjá almenninginum at senda inn uppskot til hvør skal tilnevnast í teimum bólkunum.
Tá Embla-virðislønirnar vórðu latnar á fyrsta sinni í Keypmannahavn í 2017, vunnu Føroyar ikki færri enn tríggjar av teimum sjey bólkunum. Heimablídnisskipanin vann sum besta matferðamál, Dímunargarður vann sum besti rávøruframleiðari og Leif Sørensen vann sum besti mathandverkari.
Handanin í Reykjavík verður samstundis sum Nordic Chefs Association skipar fyri ráðstevnu. Limirnir handan Emblu ynskja tilnevningar frá almenninginum, síðani er ein dómsnevnd í hvørjum landi sær, sum velur eitt umboð fyri hvønn flokk.
Endamálið við Emblu er at styrkja vitanina um norðurlendskan mat og at fagna matmenning og nýskapan. Meginfelagið fyri tey norðurlendsku bóndafeløgini, NBC, hevur ábyrgd av Emblu við stuðli frá Norðurlandaráðnum. Luttakandi londini eru Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland og Føroyar.
Bólkarnir hesaferð verða teir somu sum seinast:
Nordic Food Producers 2019 (Rávøruframleiðari)
Nordic Food Entrepreneur 2019 (Matíverkseti)
Nordic Food Artisan 2019 (Mathandverkari)
Nordic Food Communicator 2019 (Matsamskiftari)
Nordic Food for Many 2019 (Mat til mongdir)
Nordic Food Destination 2019 (Matferðamál)
Nordic Food for Children and Youth 2019 (Mat til børn og ung)
Evstamark at lata tilnevndingar inn er 31. mars. Øll kunnu senda inn uppskot tilnevnindar. Endaligu tilnevningarnar, eitt uppskot fyri hvørt land, verða almannakunngjørdar 2. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald