Mentan

Eminem sett nýtt met

Eminem hevur nú 11 útgávur við yvir einari milliard stroymingum á Spotify – fleiri enn nakar annar tónleikari

Eminem hevur borgarliga navnið Marshal Bruce Mathers (Mynd: EPA)

Eminem hevur borgarliga navnið Marshal Bruce Mathers (Mynd: EPA)

2022-01-03 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eminem hevur nú sett nýtt met.

49 ára gamli rapparin við borgarliga navninum Marshal Bruce Mathers er tann, sum hevur flest útgávur á Spotify við yvir einari milliard stroymingum.

Hetta, eftir at tað síðst í farna árinum gjørdist greitt, at "The Slim Shady LP" frá 1999 hevur verið stroymt yvir eina milliard ferðir. Tað sama hava tíggju aðrar útgávur hjá honum.

Einasta útgávan, sum ikki hevur megnað hetta, er debutútgávan "Infinite" frá 1996, og tað er helst av tí einføldu orsøk, at útgávan ikki er tøk á Spotify, skrivar B.T.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder