Uttanlands

Emmanuel Macron til Grønlands

Franski forsetin og danski forsætisráðharrin vitja í Grønlandi 15. juni

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

Franski forsetin, Emmanuel Macron (Mynd: EPA)

2025-06-07 11:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

15. juni fær Grønland vitjan av franska forsetanum, Emmanuel Macron.

Við í Grønlandi verður eisini danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, boða danska forsætismálaráðið og grønlendska stjórnin frá sambært Ritzau.

Emmanuel Macron, Mette Frederiksen og grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen fara undir vitjanini m.a. at umrøða trygd í Norðuratlantshavi og Arktis, umframt búskap, veðurlagsbroytingar og orku.

Danski forsætisráðharrin sigur í tíðindaskrivi, at hon fegnast um altjóða stuðulin, sum Grønland og danska ríkið hevur fingið í truplu uttanríkispolitisku støðuni seinastu mánaðirnar, og er vitjanin hjá Macron eitt prógv um evropeiska samanhaldið.

Uttanríkispolitiska støðan, sum Mette Frederiksen sipar til eru fráboðanirnar hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um, at hann ynskir at yvirtaka Grønland

Í mai vitjaði grønlendska landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt í Fraklandi, og í hesum sambandi bjóðaði hon franska forsetanum á vitjan í Grønlandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder