Mikudagin boðaði Strandferðslan frá, at túratalið hjá Smyrli er økt í sambandi við jóansøkuvikuskiftið.
Men longu nú eru nakrar broytingar gjørdar í ferðaætlanini fyri leygardagin.
Endaliga ferðaætlanin fyri leygardagin 20. juni er hendan:
Kl. 06:00 Tvøroyri - Tórshavn
Kl. 08:45 Tórshavn - Vágur
Kl. 15:15 Tvøroyri - Tórshavn
Kl. 17:45 Tórshavn - Vágur
Kl. 21:15 Vágur – Tórshavn
Onkrir av seinnu túrunum eru fluttir nakað, og siglt verður kortini ikki úr Vági klokkan 15 - men heldur seinni. Ístaðin verða eyka busstúrar úr Vági til fráferðina av Tvøroyri klokkan 15:15.
- Tað er egin ábyrgd at skipa flutning av kappróðrarbáti úr Vági til Tvøroyrar. Kappróðrarbátar, ið einans hava bílagt til bát og ikki til akfar, kunnu hava akfar við Smyrli til túrarnar bæði kl. 08:45 úr Tórshavn og av Tvøroyri kl. 15:15, uttan at gera tillaðingar í áður framdari bílegging, skrivar ssl.fo
Dagførd ferðaætlan fyri leið 700 og 701 í samband við jóansøkuna verður almenn seinni.
Umframt hetta er greitt, at Teistin ger eyka túr av Krambatanga mánamorgun 22. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald