Innanlands

Endurstovna svimjifelag í Runavíkar kommunu

Nú nýggja svimjihøllin í Runavík letur upp fyri almennari svimjing eftir ársskiftið eru góðar vónir fyri Neptun sum annars varð stovnað á Glyvrum í 1964

2025-12-24 08:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nývalda nevndin í svimjifelagnum Neptun setir nú kós inn í framtíðina við góðum royndum svimjarum og góðum kreftum. Tað er við stórum spenningi og góðum vónum, nú nýggja svimjihøllin í Runavík letur upp fyri almennari svimjing eftir ársskiftið 2025/26.

Ætlanin er, at endurstovnaða felagið NEPTUN, stovnað á Glyvrum í 1964, skal vera eitt svimjifelag, sum savnar breiddina frá ungdómum til veteranar og elituna, sum tey næstu árini skal vera á heiðursmerkja- og vinnarakós - til frama fyri svimjiítróttina í Føroyum og heilsuna hjá tí einstaka.

Eisini er ætlanin at seta eitt venjaratoymi, sum fer til verka fyrst í næsta ári. Nevndin fyrireikar á øllum mótum í løtuni. Alt hetta fara vit at frætta meiri um fyrst í 2026

Eisini fegnast vit um, at vit hava tryggar og stórtiknar stuðlar, sum longu hava játtað felagnum stuðul í 2026 og í 2027. Hetta fyri at tryggja framlítandi virksemi hjá Neptun. Nevndin er sera fegin um ta ovurhonds vælvild sýnd er felagnum, nú nýggj kós er sett fyri Neptun. Virkað verður í løtuni við ætlanini at fáa felagnum ein  høvuðsstuðul.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Rodmundur Nielsen, formaður

Dánjal Hohloch Vestergaard, næstformaður

Jonnhild Reynholdsdóttir, peningarøkil

Eyðun Jensen, ritari

Martin Venned, nevndarlimur

Jákup Øssurson Mohr, eykanevndarlimur

Jens Mortan Rasmussen, eykanevndarlimur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder