Innanlands

Enn betri atkoma til náttúruperlur í Vágs kommunu

Nú verður seinasta hond løgd á seinasta tilmælið í bóklinginum "Suðuroy sum ferðamál fyri rørslutarnað"

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-05-16 10:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í 2010 stóð Leila Solmunde, sála, sum tá var forkvinna í MBF (í dag MEGD) á odda fyri einum bóklingi um “Suðuroy sum ferðamál fyri rørslutarnað”. Í bóklinginum er ein gjøgnumgongd av náttúruperlum í Suðuroynni, sum við smærri og størri átøkum, kunnu gerast lættari atkomilig hjá fólki, sum brúka koyristól.

Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt við at seta í verk tilmælini í bóklinginum, sum Leila Solmund og Eileen Sandá hava skrivað, soleiðis at rørslutarnað hava betri atkomu til náttúruperlur í Vágs kommunu.

Í 2017 vórðu fyrstu átøkini framd, tá broytingar vórðu gjørdar vesturi á Eiðinum, soleiðis at koyrast kann niðan á og útsýnið yvir stórslidna Vágseiðið kann njótast úr bili ella úr koyristóli. Fyrr varð atgongd til hetta økið sperrað av bummi.

Í 2017 varð vesturi á Eiðinum eisini gjørdur ein slættur pallur, har koyristólur kann koyra uppá. Á pallinum eru eisini borð og benkur, soleiðis at tað ber til at njóta løtuna t.d. við matpakka ella einum kaffimunni. Við pallin er í ár eisini sett upp ein frágreiðing um Vágseiðið í teksti og myndum.

Og nú í mai verður so seinasta hond løgd á seinasta tilmælið í bóklinginum “Suðuroy sum ferðamál fyri rørslutarnað”, har tað varð mælt til at betra um atkomuna hjá koyristólsbrúkarum, soleiðis at tey eisini fáa møguleikan at njóta einstandandi útsýnið av Eggjunum og suðureftir, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Uppi á Eggjunum er nú gjørdur ein pallur, sum er inngyrdur og kikari er settur upp inni í palinum. Niðan til pallin er frá vegnum gjørd gøta og verður tað eisini lagt oljugrús í gøtuna. Nú í mai verða eisini gjørdar ábøtur á vegin niðan á Eggjarnar, veitirnar verða grivnar upp og so verður vegurin sjálvur dagførdur, soleiðis at eisini hesin parturin av atkomuni niðan á Eggjarnar verður góð.

Vágs kommuna hevur seinastu árini gjørt miðvísa uppraðfesting av ferðavinnuni. Nýtt kampingpláss er gjørt vesturi á Eiðinum. Privat hava bygt smáttur við Laksá eftir ætlan, sum kommunan gjørdi. Visit Suðuroy er flutt í nýgg hølir í miðbýnum. Og nú er eisini gjørd betri atkoma fyri rørslutarnað til náttúruperlur í Vágs kommunu, ein verkætlan, sum eisini er stuðlað av Visit Faroe Islands.

Vágs kommunu fegnast eisini um tær nógvu privatu íløgurnar, sum eru gjørdar innan ferðavinnuna seinastu árini, nú nýggj matstøð og kafeir eru komnar, og talið av songjaplássum til ferðafólk er økt. Ferðavinnan er heilt greitt ein vinna, sum fer at fáa vaksandi týdning í Vágs kommunu eins og í Suðuroynni sum heild.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder