
Sunnudagin 5. september varð boðað frá, at korona varð staðfest í 9. og 8. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt, og tí vórðu báðir árgangir sendir heim í tíggju dagar.
Fríggjadagin fekk skúlaleiðslan eina fráboðan um, at ein næmingur í 2. flokki hevði fingið staðfest koronu, og tí varð eisini hesin árgangurin sendur í sóttarhald, skrivar Skúlin á heimasíðuna.
Heitt varð á næmingarnar um at lata seg kanna sum skjótast, og sleppa teir aftur í skúla um eina viku, mánadagin 20. september.
Sambært vegleiðingini, sum skúlin hevur fingið, skulu lærarar og næmingar lata seg kanna aftur í dag, mikudagin, og sunnudagin.
Næmingar í 1. og 3. flokki eru eisini bidnir um at lata seg kanna í dag og mikudagin, og verður heitt á allar næmingar, øll foreldur og avvarðandi um at vera serliga varin komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald