Innanlands

Enn ein hálovan av matstovuni Koks

- At eta á Koks er eins og at verða drigin inn í ein meldurtúr, skrivar Forbes

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-10-23 13:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska tíðarritið Forbes meldar seg nú eisini í hópin, ið fagnar matgerðina hjá Poul Andrias Ziska og hansara fólkum

- At eta á Koks er eins og at verða drigin inn í ein meldurtúr í hesum dýrabæru oyggjum, ið eru gitnar fyri sína óspiltu luft, land og vatn, stendur millum annað at lesa í tekstinum, sum Jeanine Barone hevur skrivað.

Barone er fríyrkisjournalistur, ið skrivar til ymsar amerikanskar miðlar, serliga um ferðir og um mat.

- Eg eri kanska eitt sindur øðrvísi enn aðrir matelskarar. Ein einstøk Michelin-stjørna er ikki nóg mikið til at gera eitt stað tiltalandi. Heldur dregur tað meg, um matstovur – óansæð um tær hava Michelin-stjørnur ella ikki – megna at lata upp ein glugga til lokala mengan og søgu, har matkynsturin er modernaður við rótum til tað siðbundna. Tað er av hesum orsøkum, og øðrum við, at eg fall fyri Koks á teimum fjaru Føroyum, skrivar Jeanine Barone.

Umrøðan kann lesast her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder