Løgreglan hevur havt eitt stak friðarligt vikuskiftið. í gjár hevði løgreglan einki annað at gera enn at steðga einum bili og eini knallert í koyrdu ov skjótt.
Desember mánaður er merktur av nógvum jólafrokostum, 2. jólakvøld og nýggjársaftan og hetta hevur vanliga nógv arbeiði við sær hjá løgregluni og nógv fólk full fólk at taka sær av. Men januar mánað er júst umvent.
Løgreglan sigur at í gjárkvøldið vóru aftur sera fá fólk í býnum. Okkurt av størri dansistøðunum í Havn, har fleiri hundrað fólk vanliga vitja leygarkvøld, var at lakka tómt í nátt.
Allarhelst er tað nógvu veitslurnar í desember, sum ger at fá fólk eru í býnum hesa tíðina. Eisini er hugsandi, at føroyingar eru farnir at taka “Dry January” til sín. Dry January sá dagsins ljós í Onglandi fyri 2013 og endamálið er at fáa so nógv fólk sum gjørligt at halda seg frá rúsdrekka í januar mánaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald