Fríggjadagin endaðu samráðingar í Doha í Katar um vápnahvíld í Gaza uttan avtalu, eftir at samráðingar høvdu verið í gongd í 48 tímar. Arbeitt verður tó við at fáa ein nýggjan fund í lag.
Í felags fráboðanin frá USA, Egyptalandi og Katar, sum hava luttikið í samráðingunum um vápnahvíld og leyslating av gíslum og fangum, framgongur, at ætlanin er at hava ein fund í Kairo í Egyptalandi í komandi viku.
Sagt verður, at samráðingarnar vóru álvarsligar, konstruktivar og jaligar.
Á fundinum luttóku embætisfólk úr Ísrael, men palestinska Hamas-rørslan var ikki umboðað. Hamas hevur tó fingið leypandi kunning um gongdina á fundinum.
Hetta er ikki fyrsta royndin at fáa eina avtalu um vápnahvíld millum Ísrael og Hamas, og í november fjør eydnaðist tað eisini at fáa eina semju millum partarnar um fyribils vápnahvíld. Tað hevði eisini við sær, at 105 gíslar, sum vórðu tiknir av Hamas undir álopinum á Ísrael 7. oktober, og 240 palestinskir fangar, sum sótu í ísraelskum fongslum, vórðu leyslatnir.
Sambært Ritzau eru fleiri evni, sum partarnir eru ósamdir um, m.a. eftirlitið við markið millum Gaza og Egyptaland, og hvussu nógvir palestinskir fangar skulu leyslatast.
Sambært amerikanska forsetanum, Joe Biden eru partarnir nærri einari vápnahvíld, enn teir nakrantíð hava verið fyrr.
Ein limur í Hamas sigur tó við tíðindastovuna Reuters, at USA roynir at skapa eitt "falskt jaligt huglag", og sigur hann, at USA ikki veruliga ynskir at fáa ein enda á krígnum.
Blinken til Ísrael
Fyri at leggja trýst á partarnar fer amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken í dag til Ísrael, upplýsir amerikanska uttanríkismálaráðið.
Blinken skal m.a. hitta ísraelska forsætisráðharran Benjamin Netanyahu í morgin, og fer hann møguliga eisini at vitja í Doha og Kairo.
Hetta verður níggjundu ferð, at Blinken vitjar í Miðeystri, síðan Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald