
Sunnukvøldið var ein stórur eldur í einum sethúsum í høvuðsstaðnum. Hetta var í Hornabø - tætt við Landssjúkrahúsið og beint við síðuna av Kiosk Aktiv.
Sí eisini: Myndir: Stóri eldurin í hornabø
Onkur persónur varð fluttur yvir á sjúkrahúsi við roykeitran, og tað tók eina góða løtu at sløkkja eldin.
Slíkt skal kannast, og løgreglan boðar í morgun frá, at brandteknikkarar vóru á staðnum í Hornabø í gjár.
Kanningar vórðu gjørdar men eigin niðurstøða.
Vaktleiðarin avdúkar, at kanska verður biðið um hjálp úr Danmark - møguliga vita myndugleikarnir meira í morgin.
Málið um dronuna, sum fleyg yvir flogvøllin mánadag og órógvaði flogferðsluna eina løtu, verður eisini kannað nærri.
Sí eisini: Útlendingar við dronu órógvar flogferðsluna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald