Innanlands

Enn eitt gott úrslit hjá Elektron

Bruttoúrslitið var 62,5 milliónir krónur í fjør

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-03-29 17:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á aðalfundi í dag kundi Elektron framleggja ein roknskap fyri 2022, sum vísir at yvirskotið áðrenn skatt er 18,1 milliónir krónur, og eftir skatt 14,9 milliónir.

Bruttoúrslitið var 62,5 milliónir krónur í fjør. Hetta er ein hækking upp á 1,9 milliónir í mun til árið fyri.

Elektron er væl fyri fíggjarliga. Gjaldførislutfallið er 148,3 prosent og ongin rentuberandi skuld er.

Fíggjarstøðan javnvigar við 68,5 milliónum krónum og eginognin var 43,3 milliónir, ið svarar til ein solvens upp á 63 prosent.

Roknskapurin er at finna á heimasíðuni hjá Elektron her 

Nógv virksemi hevur verið, bæði innan menning og viðlíkahald av skipanum og innan hýsingar- og nettænastur, eins og gjaldstænastan Mínrokning verður nógv brúkt. Samlaða skipanarumhvørvið er fjøltáttað, og Elektron hevur eina breiða forrætningsvitan um KT-infrakervið og týðandi skipanir á føroyska marknaðinum og um dátu- og rakstrartrygd – hetta er alt til gagns fyri føroyska borgaran.

Við góða úrslitinum kundi Elektron loyva sær at rinda 6 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.

Eftir aðalfundin í dag skipaði nevndin seg av nýggjum við Jean Djurhuus, stjóra í Betri Banka, sum nevndarformanni, og við Briani Smedemark, stjóra í Trygd, sum næstformanni. Jean Djurhuus er nývaldur, og kom í nevndina fyri Sóleyð Hofgaard, ið er fráfarandi næstforkvinna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder