2023-09-12 08:40
Løgreglan er áhugað at fáa at vita frá borgarum, um tey hava sæð nakað illgrunasamt í sambandi við, at fleiri kaffistovur í Havn hava havt vitjan av tjóvum, sum hava stolið rúsdrekka.
Fyrrapartin í gjár boðaði enn ein kaffistova frá, at tey høvdu havt innbrot, har øl og brennivín var stolið.
Í gjár bóru vit tíðindini um, at ein onnur kaffistova hevði havt innbrot, har umleið tíggju rammur av øli og sider vórðu stolnar.
Onnur av hesum kaffistovun er tann, ið liggur í tilknýti til gamla bókhandli, og løgreglan er tí áhugað at hoyra frá fólki, um tey hava sæð nakað óvanligt í økinum nærhendis Vaglið í Havn náttina til mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald