Mentan

Enn eitt lag frá Herborg

"A Little Romance" eitur nýggja lagið, sum er eitt sindur meira uptempo enn seinastu løgini frá sangarinnuni í Nólsoy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-04-14 10:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Herborg Torkilsdóttir hevur givið átta stakløg út síðan mars í fjør, og nú er tað níggjunda lagið útkomið. 

Tað fyrsta lagið, sum kom út, var "Lalala", eitt upptempo-lag, sum var sera væl móttikið og sum bleiv tilnevnt í kappingini "Ársins hitt 2019". Síðan tað lagið kom út, eru komin sjey løg av tí stilla slagnum, m.a. "Are you sure", "Maybe Baby" og seinast duettin við Terja Rasmussen, "Over the top".

Nú hevur Herborg sett ferðina uppaftur við stuttliga lagnum "A little romance". 

Herborg hevur skriva orð og lag, meðan danin Jens Varmløse hevur fyriskipað,  innspælt øll ljóðførini og ljóðblandað.

Rakul Petersen, kend úr bólkinum "Systrar", hevur fyriskipað og sungið kórið inn. Terji Rasmussen hevur tikið røddirnar upp og ljóðblandað.

Sjónbandalagið er upptikið á Malarenda, strondini í Nólsoy, sum liggur eitt hanagleiv frá húsinum, har sum Herborg og familjan búgva. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder