Uttanlands

Enn eitt sløkkiliðsfólk latið lív í Avstralia

Deyðstalið í Avstralia er nú komið upp á 28 fólk, og avstralski forsætisráðharrin ásannar, at mann eigur at hyggja nærri at handfaringini av skógareldunum

New South Wales, Avstralia (Mynd: EPA)

New South Wales, Avstralia (Mynd: EPA)

2020-01-12 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár lat enn eitt sløkkiliðsfólk lív í Avstralia.

Talan er um Bill Slade, ein royndur 60 ára gamlal sløkkiliðsmaður, sum arbeiddi hjá sløkkiliðnum í statinum Victoria. Hann varð raktur av einum træi í gjár, tá tað koppaði í eldinum í East Gippsland eystan fyri avstralska stórbýin Melbourne.

Sostatt er talið av deyðum í Avstralia nú komið upp á 28 fólk, og við Bill Slade hava nú fimm sløkkiliðsfólk latið lív, skrivar Ritzau.

Avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri sína handfaring av skógareldunum.

Á tíðindafundi í nátt føroyska tíð, segði hann, at mann fór at seta eina nevnd, sum skal kanna, hvussu avstralska stjórnin eigur at handfara skógareldar framyvir.

- Tað er greitt, at vit eiga at hyggja nærri at handfaringini, segði hann.

Les eisini: Avstralia: Veðrið batnar í komandi viku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder