Innanlands

Enn er hált um landið

Landsverk boðar frá hálku

2019-01-16 12:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kalt er og enn er hált ymsa staðni í landinum. Landsverk boðar frá, at hálka er í støðum, og at roknast kann við hálku aðrastaðni.

Landsverk boðar frá hálku í Gerðabøi í Klaksvík og um Ørðaskarð á Fámjinsvegnum. Eisini kann roknast við hálku um Gjáarskarð og á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð.

Sí koyilíkindini her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder