Tað var beint eftir klokkan 22 í gjárkvøldið, at tað fór at goysa við Sýlingafell, sum liggur skamt norðan fyri Grindavík og eystan fyri Bláa Lón. Tað hendi eftir ein skjálvta í groytistunnlinum, sum gongur í ein útsynning-landnyðring beint norðan fyri Grindavíkar bý.
Flótandi groyti sprænir upp í hundrað metrar upp úr sprunguni, og stóð sum ein eldveggur sum loysti náttina upp, so at glæman sást til Reykjavíkar.
Gosið er sostatt væl størri enn tað í Fagradalsfjalli, skamt haðani, staðfestir ovastin fyri Almannaverjuna, Viðir Reynisson fyri RÚV.
(Grafikkur: RÚV)
Sí eisini: Nú goysir norðan fyri Grindavík
Sí eisini: Hálvan fjórða kilometra long sprunga
Skjálvtin, ið hendi um 21-tíðina í gjárkvøldið var máldur til 4,2 og var sostatt tann sterkasti, sum hevur verið hesa seinastu vikuna.
Øll vólk, sum vóru stødd í Grindavík og í Bláa Lóni vórðu flutt burtur, og fólk verða biðin um at halda seg burtur. Eisini verða forvitin biðin um ikki at koyra eftir høvuðsvegi 41, Reykjanesbrautini, sum er høvuðsvegurin millum Reykjavík og Keflavík.
Enn er óvist hvat lagnan verður hjá Grindavík. Men støðan er ógvusliga hættislig, staðfestir borgarstjórin, Fannar Jónasson, um bræðingin heldur fram suðureftir.
- Tað týdningarmesta er tó, at ongin er komin til skaða, sigur hann við RÚV.
Sambært serfrøðingum er enn ov tíðliga at siga nakað um, hvussu leingi gosið ver at goysa.
- Um alt gongur sum vit rokna við, fer trýstið at minka út á seinnapartin í dag. Sprungan fer at trekkja seg saman. Gosið kann vara eina viku til tíggju dagar, sigur gosserfrøðingurin, Ármann Höskuldsson, við RÚV.
Seinastu mátingarnar vísa, at virksemið er minkandi, men tað sigur tó einki um hvussu leingi tað fer at goysa.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald