2019-01-30 10:37
Kavaruddingin byrjaði longu kl. 05 í morgun, men enn eru nakrir vegir eftir at grava. Í tí sambandi heitir Klaksvíkar kommuna á borgarar, um ikki at koyra á vegum, ið enn ikki eru grivnir. Hetta er serliga fyri, at bilar ikki skulu setast fastir og gera arbeiði at grava truplari, skrivar kommunan.
Tað er komin sera nógvur kavi niður í nátt, og fólk fra hjá kommununi leggja stóra orku í at fáa allar vegir grivnar. Tó kann ganga rúm tíð áðrenn alt er grivið. Tí verður heitt á allar bilførarar um at vísa stórsta varsemi í ferðsluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald