Innanlands

Enn ikki ráðiligt at savna stórar fólkamongdir

Løgmaður mælir framvegis frá at hava festivalar hóast tey í Gøtu eru í holt við at fyrireika ársins G! festival. Vit eru so nær málinum nú, sigur Bárður á Steig Nielsen

(Mynd: G! festivalurin)

(Mynd: G! festivalurin)

2021-06-29 17:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður og hansara fólk eru varin. Hóast meira enn helvtin av fólkatalinum longu hevur fingið fyrsta prikið og ein góður triðingur seinna prikið av koppseting móti korona, so kenna heilsumyndugleikarnir seg ikki tryggan.

Mælt verður frá, at festivalar verða hildnir. Eitt nú G! festivalurin, sum verður í Syðrugøtu 15. til 17. juli.

- Vit eru so nær málinum nú til at vit hava uppbygt verju í føroyska samfelagnum. Tí er tað at heilsumyndugleikin enn ikki metir tað vera ráðiligt at hava festivalarnar, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpið.

Tað er kortini soleiðis at stevnur verða hildnar hvørt vikuskifti og ætlanin er eisini at halda ólavsøku.

- Á summarstevnum ganga fólk og mala á keiini, og tað er ikki soleiðis, at 5.000 til 10.000 fólk savnast í einum klumpi og syngja við, sum tað er á festivalum. Tað er tað sum heilsumyndugleikin heftir seg við, sigur løgmaður.

Hann sigur eisini, at eini 14.000 koppsetingar verða gjørdar tær báðar vikurnar í millum G! festivalin og ólavsøku. Tað ger mun, sigur løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder