2020-07-15 13:10
Klokkan var áleið 20.30 í gjárkvøldið, tá løgreglan fekk fráboðan um, at eldur var komin í ein bil í Árnafjarðartunlinum.
Tað hevði við sær ein stóran eld og nógvan royk í tunnlinum, ið varð stongdur til áleið klokkan eitt, upplýsir løgreglan. Tað gekk tó skjótt at sløkkja eldin og at fáa øll út.
Les eisini: Eldur kom í bil í Árnafjarðartunlinum
Tíbetur kom eingin til skaða. Seks fólk, tvey vaksin og fýra børn, vóru í bilinum, sum eldur kom í.
Bilurin varð uppkolaður, og nú er hann á Akstovuni, har tað skal kannast hví eldur kom í hann. Talan er um ein Peugeot 5008 frá 2011.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald