Innanlands

Enn óvist nær nic.fo letur uppaftur

Heimasíðan sum umsitur øll .fo nøvn var í síðstu viku álopin av teldusníkum. Enn liggur síðan lamin

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-02 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit lata upp tá vit eru klár. Vit vóna sjálvandi, at tað verður hesa vikuna, men eg kann einki lova, sigur Mimi Steintórsdóttir, forkvinna í FO-ráðum, sum hevur ábyrgdina av nic.fo.

Turkiskir teldusníkar fingu næstseinasta sunnudag atgongd til skipanina at broyta sonevnt DNS, og kundu, um illa stóð til, gjørt skaða á føroyskar heimasíður og fingið atgongd til teldupostsamskifti.

Tekniska kanningareindin hjá løgregluni kannar álopið, og hevur eisini biðið donsku ríkisløgregluna um hjálp til nógva kanningarbeiðið, sum skal gerast. Fyribils kanningar hjá politinum benda á, at teldusníkarnir millum annað hava fingið atgongd til innritanarupplýsingar, harímillum brúkaranøvn og loyniorð, hjá øllum brúkarunum av nic.fo.

Í tíðindaskrivinum, sum nic.fo sendi út hósdagin varð sagt, at nýggj skipan skuldi lata upp í gjár, mánadagin, men higartil er einki nýtt at hóma á nic.fo. Ikki annað enn, at "mánadagurin" er tikin úr tíðindaskrivinum, sum eisini liggur á heimasíðuni.

FO umsitingin gjørdi í tíðindaskrivinum greitt, at øll navnaøkini eru í tryggum kørmum, og ikki verða ávirkað av nýggju skipanini.

Les eisini: - Kundu yvirtikið alt alment teldupostssamskifti

 

Hvat er DNS?
Á nic.fo verður DNS stýrt, og tað kann samanberast við eina telefonbók. DNS avger, hvar brúkarin verður beindur, um hann t.d ætlar sær á portal.fo.

Høvdu vit ikki DNS, vóru fólk noydd at minnast til IP-adressur, so at fyri at vitja Portalin høvdu fólk verði noydd at skriva 176.10.87.166.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder