Sunnudagin varð heimasíðan hjá FO umsitingini nic.fo álopin av teldusníkum.
Tekniska kanningareindin hjá løgregluni kannar í løtuni málið, og hóast álopið varð steðgað, so verður sagt, at sníkarnir hava fingið fatur í teldupostadressum og loyniorðum hjá øllum brúkarum á nic.fo. Upplýsingar um gjaldskort o.a. eru tó ikki raktir av álopinum, sigur FO umsitingin í tíðindaskrivi.
- Nógv fólk brúka sama loyniorð til ymiskar skipanir, og tí er tað av alstórum týdningi, at fólk broyta síni loyniorð á øðrum skipanum beinavegin fyri at tryggja, at sníkarnir ikki sleppa inn at skaða aðrastaðni, sigur FO umsitingin.
Nic.fo varð sløkt fyri at steðga álopinum og letur uppaftur mánadagin í nýggjari skipan. Øll navnaøki eru sostatt nú í tryggum kørmum og verða ikki ávirkað av hesum, sigur FO umsitingin.
Tá nic.fo letur uppaftur, fáa allir verandi brúkarar ein teldupost við leinki at velja nýtt loyniorð til skipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald