Innanlands

Enn síggjast avleiðingarnar av koronafarsóttini ikki í samlaðu lønargjaldingunum

Ein óvanlig niðurgongd sæst tó í privatum tænastuvinnunum. 876,5 milliónir vórður útgoldnar í mars - tað er ein vøkstur á 8 prosent í mun til mars í fjør, upplýsir Hagstovan.

Koronatølini er í løtuni góð, men serliga handil og umvæling, umframt gistingarhús og matstovuvirki hava greiða niðurgongd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Koronatølini er í løtuni góð, men serliga handil og umvæling, umframt gistingarhús og matstovuvirki hava greiða niðurgongd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-04-16 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mars mánaði varð merktur av, at Føroyar fóru niður í ferð 12. mars fyri at royna at tálma smittuspjaðingini av koronavirusinum. Hetta hevði tó ikki so stóra ávirkan á samlaða útgjaldið av lønum, ið var hægri enn í mars 2019, tá útgjaldið var 812,3 milliónir. Tó vóru lønargjaldingarnar í februar nakað hægri (890 milliónir)

Hetta vísa nýggjastu tølini frá Hagstovu Føroya: 

[object Object]


At samfelagið er so mikið latið aftur og so langt niðri í ferð, sæst tó aftur tá hugt verður eftir privatu tænastuvinnunum.  Serliga innan gistihús og matstovuvirki, ið hava útgoldið áleið fýra milliónir færri í lønum enn fýra mánaðir frammanundan (november 2019) og eisini innan handil og umvæling, ið rindaðu áleið 80 milliónir í november, men bert 70 í mars. 

Sí talvur her: 

[object Object]

[object Object]Til ber at síggja meira á hagstova.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder