
Eplafestivalurin, sum skuldi vera á Sandi hetta vikuskiftið, er útsettur vegna koronu.
Tað boðar nevndin fyri Eplafestivalin frá í tíðindaskrivi.
Eftir ætlan skuldi festivalurin vera í morgin, 2. oktober, men nú er hann útsettur til leygardagin 30. oktober.
– Fleiri tilburðir av korona eru í løtuni í Sandoynni. Skúlar, barnagarðar og fleiri familjur eru ávirkaði av støðuni og nógv eru í sóttarhaldi. Fyrireikararnir harmast um støðuna, men vónandi fer at bera til at halda Eplafestivalin, sum nógv hava glett seg til, 30.okt, siga fyrireikarar í tíðindaskrivi.
Øll sum hava keypt atgongumerki, fáa tey endurgoldin, og nærri kunning við skrá kemur seinni í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald