
Dagrofa Aps afturkallar frystar Gestus Eplakrokettir, sum eru seldar í føroyskum handlum.
Talan er um pakkar við 600 gram, sum eru bestir fyri 2. mai 2027.
Orsøkin til afturkallingina er ótilætlað dálking við mineralolju (MOAH) í sambandi við framleiðslu, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Lagt verður tó afturat, at eingin bráðfeingis vandi er við at eta tær.
– Borgarar skulu ikki stúra um teir hava etið vøruna nakrar fáar ferðir. Men fleiri MOAH-evni eru krabbameinselvandi og kunnu yvir tíð hava ein heilsuligan váða við sær.
Ráðini eru tí, at fólk lata eplakrokettirnar innaftur, har tær eru keyptar ella beina hana burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald