Uttanlands

Erdogan fær fimm ár afturat

Við góð 52 prosent av atkvøðunum varð Erdogan afturvaldur til forseta í Turkalandi – Norski forsætisráðharrin væntar, at Turkaland nú fer at góðkenna umsóknina hjá Svøríki um Nato-limaskap

Recep Tayyip Erdogan varð í gjárkvøldið afturvaldur til forseta í Turkalandi (Mynd: EPA)

Recep Tayyip Erdogan varð í gjárkvøldið afturvaldur til forseta í Turkalandi (Mynd: EPA)

2023-05-29 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin varð turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan afturvaldur til forseta. Hann fekk góð 52 prosent av atkvøðum í hesum seinna valumfarinum, og klokkan 22 okkara tíð í gjárkvøldið helt hann sína sigursrøðu.

Talan var um ein sigur fyri turkiska fólkaræðið, segði Erdogan.

Í røðu sínari takkaði hann turkisku veljarunum fyri at hava "givið honum møguleikan at hátíðarhalda fólkaræðið", og segði hann seg vóna, at hann kundi liva upp til teirra álit, skrivar DR.

Longu tíðliga í gjárkvøldið byrjaðu heimsleiðarar at ynskja Erdogan til lukku við sigrinum. Millum teirra eru russiski forsetin, Vladimir Putin, ungarski forsætisráðharrin Viktor Orban, og franski forsetin, Emmanuel Macron, amerikanski forsetin, Joe Biden, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre hevur eisini verið úti og ynskt Erdogan til lukku, og sigur hann seg nú vænta, at Turkaland fer at góðkenna svenskan Nato-limaskap.

– Sambandið millum Noreg og Turkaland er gott, og vænta vit, at Turkaland fer at góðkenna umsóknina hjá Svøríki um limaskap í Nato, sigur hann.

Tað var í mai í fjør, at Svøríki og Finnland søktu um Nato-limaskap, og í apríl gjørdist Finnland limur í verjusamgonguni við góðkenning frá øllum teimum 30 táverandi limunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder