placeholder
Uttanlands

Erdogan: Saudiarabia legði ætlan um at drepa Koshoggi

Kanningararbeiðið hjá turkisku myndugleikunum vísir, at Saudiarabia legði ætlan um drápið fleiri dagar áðrenn tað varð framt

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (Mynd: EPA)

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan (Mynd: EPA)

2018-10-23 11:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Recep Tayyip Erdogan, turkiski forsetin, hevur í morgun avdúkað tað, sum kanningararbeiðið hjá turkisku myndugleikunum vísir um drápið á saudiarabiska journalistin Jamal Kashoggi. Kashoggi doyði á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul 2. oktober.

Erdogan segði í morgun, at Saudiarabia legði drápið til rættis fleiri dagar áðrenn tað fór fram. Ersogan fortaldi, at tveir saudiarabiskir agentar vóru blandaðir í drápið, har teir millum annað vóru í Belgrad-skóginum, har teir burturbeindu sjónbandatól, sum vóru á konsulátinum, skrivar TV2. Hetta er sami skógur, har leitað hevur verið eftir líkinum av Kashoggi.

Erdogan endaði við at kallað drápið fyri eitt politisk morð. Hann vildi tó ikki sáa iva um tað, sum saudiarabiski krúnprinsurin Mohammed bin Salman hevur sagt, um at hann veit einki um hvat er hent Kashoggi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder