Týski Arsenal spælarin Mesut Özil, ið hevur turkiskar røtur, varð giftur við turkiskari kvinnu í gjár. Men tað sum hevur fingið feliri altjóða miðlar at skriva um hendingina er, at forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan stóð undir liðuni á fótbóltspælarinum sum hansara best man.
Özil kom í andglettin í fjør, tá hann beint undan heimsmeistaraskapinum í fótbólti, legði mynd út við turkiska forsetanum. Hann og týski liðfelagi hansara Gündogan, sum spælir við Manchester City, hittu forsetan í London. Og Gündogan legði mynd út við forsetanum við tekstinum: "Við virðing fyri mínum forseta".
Hendingin fekk fleiri týskar politikkarar at átala, at spælararnir høvdu hitt turkiska forsetan, sum hevur verið fyri stórum atfinningum í vesturheiminum. Angela Merkel var millum annað ímillum tey, ið átalaðu hendingina.
Özil svaraði atfinningunum aftur við boðskapinum: "Eg eri týskari, tá vit vinna - men tilflytari tá vit tapa". Og eftir atfinningarnar gavst hann eisini á landsliðnum.
Men eftir øllum at døma hava turkiski forsetin og Özil hildið kontaktina, tí í gjár var Erdogan best man hjá fótbóltsspælaranum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald