Hósdagin verður árliga flaggdagshaldið hjá Havnar Hornorkestri í Havn. Í ár er tað
Erika Anne Hayfield, sum heldur flaggrøðuna.
Erika Anne Hayfield er lektari og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á
Fróskaparsetrinum, har hon eisini er útbúgvingarleiðari. Sum granskari hevur hon
arbeitt við til- og fráflyting, arbeiðsmarknað, ójavna og sosialum relatiónum í
smásamfeløgum. Erika Anne Hayfield var eisini partur av arbeiðsbólkinum, sum
gjørdi heildarætlanina “Fólkaflyting og fólkavøkstur” í 2013.
Flaggdagshaldið í ár er serligt á tann hátt, at tað í ár eru 100 ár síðan at Merkið
varð borið fram á fyrsta sinni. Glenn M. Samuelsen, formaður í Havnar
Hornorkestri, sigur, at tey vóna at nógv fólk koma til flaggdagshaldið.
- Fyri okkum í Havnar Hornorkestri hevur flaggdagshaldið altíð nógv at siga og vit
vóna at síggja nógv fólk koma saman á Vaglinum, at savnast um Merkið, sigur hann.
Flaggdagshald varð hildið í havn í 1941- og 1942, men so var steðgur í nøkur ár,
áðrenn Havnar Hornorkestur byrjaði síni flaggdagshald í 1947. Hornorkestrið hevur
síðani skipað fyri flagghaldi í Havn á hvørjum ári síðani 1947.
Flaggdagshaldið verður klokkan 15 á Vaglinum. Áðrenn flaggdagshaldið marsjera
hornorkestrið og skótar oman á Vaglið.
- Havnar Hornorkestur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald